A foolish consistency is the hobgoblin of little minds ... . With consistency a great soul has nothing to do. He may as well concern himself with his shadow on the wall.
About me: I was born and raised in Tórshavn, Faroe Islands. I finished a sort of High School degree in June 2006 (studentsprógv), and have tried a few different jobs since then.
Míni yndisklipp frá Youtube:
sjónvarpsmøti úr Betesda eitt sunnukvøldið:
mammurnar eru teir veruligu einaræðirharrarnir:
Okkurt við hesum videolagnum er bara for kul. filmsupptøkuteknikkurin, sangurin sjálvur, maðurin við ljótu draktini, alt fungerar bara:
Who I'd like to meet: Most people would like to meet someone they have something in common with. I'm no exception, but I don't mind learning to understand people who are very different from me.
Eg fari heim longu tann 11., so tad liggur ikki ordiliga fyri..
Tad var ikki eiti á, so tú ert blivin uppfinnari og tad heila. Bara tad ikki endar líka galid sum hjá Manny og Bernard, tá teir høvdu drukkid tad skeiva vínid..hehe.. Vit sóu onantíd allar partarnar í summar, so tad má ordnast nú í vetur.:)
Hvussu gongur vid at búleikast í hasum húsinum, sum tú tosadi um..? Er tad strævid..? ella stuttligt..?
Ah! hetta er lekkrasti býur, eg havi upplivað - lívligur, søguligur og ikki minst charmerandi! Vit búgva í einari eksotiskari íbúð heilt undir vaðingini við útsýni út yvir la ville d'Aix. Ja, og fólkini eru løtt at hava við at gera, tey líkjast nógv føroyingum í útsjónd (myrkari). Genturnar - oh la la - mann veit ikki hvønn veg, mann skal hyggja:p:p Býurin er passaligur í stødd, ein ordilgur studentabýur við okkurt um 10 % studentum; men hann er heldur dýrur (er blivin meiri parísiskur tey síðstu árini). Eg gangi á l'Université de Provence á einum málskeiðið fyri útlendingar, og havi møguleikan at taka fleiri síðufak. Hóast tú ert langt framman fyri í studiinum, so eri eg ótrúliga glaður fyri, at eg tók stigið at fara úr reiðrinum, áðrenn tað gjørdist ov seint. Eg arbeiði í løtuni við at finna onkra íbúð í býnum, og eri næstan komin á mál. Vit, familjan, hugna okkum óført.
Hatta ljóðar spennandi við hasum "Big Band", koyr bara á tú;)
Kære Jón! Vi vil hermed invitere til koncert med et voldsomt udvidet Afenginn line-up: 14 mand på scenen, guitars, brass, mandekor og en masse andet, det bliver stort! Håber vi ses :) kh, Afenginn
Jú, her stendur væl til. Hevði mín síðsta arbeiðsdag í dag úti á landsskjalasavninum..:( Men soleiðis er lívið nú einaferð.
Fari til Zarepta sunnudagin. Skal vera leiðari á 16-17 ára leguni saman við Trygva, systkinabarninum hjá tær. Gleði meg alvorliga nógv..:)
Ok, so tú fert allan tann langan vegin til "syndanna bý" (Eg haldi við Liverpool..hehe..) So mást tú hugna tær saman við teimum. Verður uttan iva góð konsert.
Eg hugsaði, um tað hevði verið møguligt hjá tær at skaffa "Black Books" heim við til mín:) Tú skalt so sjálvandi fáa pengarnar aftur. Men um prísurin fer langt upp um 30 pund, so er ikki neyðugt.
So kunnu vit flenna saman eftir verðins býttasta manni..hehe..:)
Jamen, so tillukku við valinum og góða eydnu við nýggju útbúgvningi...:)
Nei, eg havi ikki lisið alla bókina, komin forbí helvtina. Henda bókin hevur ikki viðgjørt evnið "møguleikar og eydna" enn. Kemur kanska seinni... Men hon sigur m.a. tað, sum vit tosaðu um viðvíkjandi tunlum, at man venur seg til tey flestu tingini, sum tí gerast standard, meðan man ikki venur seg til onnur ting. Tók dømið, at um flogvøllur varð lagdur beint við býin, so kundi man fáa bíligari ferðaseðlar, sum tó skjótt bleiv standard. Larmin frá flogførunum vandi man seg tó ongantíð við, sum var eitt konstant irritatiónselement. Viðgerð eisini spurningin hvat er eydna? Hvørji fólk eru glaðari introverd ella extroverd, og hví? og nógv annað. Fín bók við nógvum áhugaverdum tingum...
Ja, sjálvtakk.. Tað var super..:) Fekk eisini nógv burturúr túrinum. Eri í ferð við at skriva okkurt niður frá túrinum. Veit ikki, hvat eg fari at brúka tað til, men so hevur man tað har.
Tillukku við undirskriftini..:) Tað verður ikki so galið við eitt sindur meira plássi og "egnum" køki..hehe..
Keðiligt at Stewart skuldi fara.. Hann var so stulligur og stemningssetari..
Veðrið her í Føroyum er í ferð við at batna. Vikuna eg var í Englandi, var veðrið ordiliga gott, men nú væntast eitt sindur køligari veður næstu dagarnar. Var í Runavík um vikuskiftið, har tey høvdu skipað fyri ungdómsmøtum í høllini.. Tað var fínt nokk. Var samstundis í Gøtu og málaði húsini hjá okkum har..
Eg møtti einum manni í Havnini herfyri, sum bæð meg heilsa tær..... Eg kann bara ikki ordiliga koma í tankar um, hvør tað var..!! Á jú, Wittgenstein var tað.. Men eg skilti einki av tí, sum hann segði, tí vit høvdu totalt hvør sítt language-game..:) Nei tvætl, men tað var stuttligt í eina viku at tosa um filosoffar og tílíkt:) Handan bókin, sum eg keypti um "Happiness" hevur faktist Wittgenstein inkluderaðan. Endurgevað hann sum ein happiness-pessimist. Bókin er ótrúliga góð og áhugaverd. Sikkurt akkurát ein bók fyri teg...
Annars síggjast vit aftur um nakrar vikur, og tú mást hava góða eydnu við eksamiuni og avgerðini at skifta útbúgving ella ikki...:)
hehe tað ljóðar skeg, eg hugsaði nemliga eisini um at lesa okkurt við filosofi, men eg slepti tó tankanum aftur, og ætli mær nú at fara í hált við HA (mat), sum verður kallað erhvervøkonomi + matematik... haldi tað ljóðar sum nakað fyri meg :/ kundi kanska verði nakað av tí sum tú leitar eftir??
Hehe, nei eg visti bara ikki, hvussu tu meinti, ta tu segdi, at tad ikki var nog hardcore visindaligt - eg helt kanska, at tu meinti, at tad ikki var nog itøkiligt, ti segdi "sovordid filosofiskt nakad". Eg helt, at tu meinti, at tad var for nogv snakk ella okkurt soritt. Men hvat meinar tu vid, at man godtekur visund sum dogma? Eg skilji ikki heilt... Men tu mast ikki misskilja meg - eg havi einki imoti filosofi. Mar damar faktiskt val filosofi :)
Ta eg spurdi, um tu kundi bruka tad til nakad, meinti eg meira soleidis "a pappirinum". Eg ivist ikki i, at tu kanst bruka tad sum livsvisdom :)
Na ok, er hatta so bara sovordid filosofiskt nakad, ella hvat? Men tu, hvat er ein kreativ verkfrodisutbugving? Kanst tu bruka nakad av ti, sum tu hevur havt nu, um tu skiftir fak? Nei, eg havi ikki gjort mar nakrar storvegis atlanir - ma fara at seta meg meir inn i tingini...! Men takk fyri tilbodid :)
Hey Jón! Nei, havi ikki gjøgnumført Zelda, havi snøgt sakt ikki havt tíd til tað, men tað kemur... Annars gongur OK við tónleikinum. Tað verður ikki nakað lívsstarv hjá mær, men mær dámar væl at taka ein jammara saman við kammeratunum. Hvussu er har?
Hey hey, Jon. Ju, tad er rætt, at vit foru nidur ta einaferd i vetur fyri at royndarvenja. Men tad gekk ikki ordiliga hja mær, so eg kom aftur til FO. Johan fekk kontrakt vid eitt lid, sum eitur Køge, men hann bleiv skaddur beinanvegin. Hann fekk ein skada i hælsinuna, so hann kom bara heim til FO, medan hann var skaddur - og hann gongur skaddur og melur her enn! So nu ger hann ikki tad stora. Eg byrjadi sum postbod, ta eg kom aftur - havi verid i godar 2 manadir nu. Tad er bara finasta slag :) Eg havi ikki ordiliga nakrar planir - fari nokk ikki at lesa i summar. Annars taki eg tad bara, sum tad kemur :) Hvussu gongur hja tær? Altso tu lesur kognitiva science enn, ha?
Ja, eg kundi kanska komið niður og verið har frá 17.-27. juni..? So hevði man kunnað gjørt forskelligt.. David Lukama hevur annars akkurát verið í Føroyum. Heilsaði upp á hann, og hann var fittur sum altíð. Gav honum eisini nakrar kvache?, sum eg hevði gloymt at brúkt..hehe.. Hann bjóðaði mær eisini at koma at vitja, sooo.... man kundi kanska tikið alt um eina leið..
Eg filosoferaði eitt sindur um, hví júst eg skuldi blíva til; at tað vóru so nógvir faktorar, ið skuldu passa presiiiiiist, fyri at júst eg skuldi blíva føddur. So koyrdi eg tað víðari, hvussu stutt lívið er, og vit bert eru nøkur spor í sandinum. At líka sum vit ikki minnast nakran gemenan persón frá 1300 talinum, so fer eingin at minnast okkum um 700 ár.. Velur man so at byggja sítt lív á tað æviga ella tað, sum svinnur..? Hatta var cirka tað...:)
Eg bleiv ordiliga tikin av bóli og sat og spekuleraði sum eitt ørt, tá Napoleon í gjár segði, at tú hevði fylt, hví tað ikki var komið mær til hugs áðrenn. Tað mást tú orsakað, men eg vil ynskja tær hjartaliga tillukku við 21 ára degnum 7. apríl..:)
Nakað nýtt ella spennandi har niðri frá..? Eg kann fortelja, at eg tosaði í Ebenezer sunnukvøldið. Filosoferaði um lívið..hehe.. Tað gekk fínt..
Hahaha..:) Ja, tað er akkurát tað sum er.. Men tú mást endiliga hava eygu og oyri opin.. Man kundi sjálvandi eisini farið til Danmarkar, Norra ella okkurt líknandi stað...
Eg havi eitt tilknýti til familjuna hjá Óla Jákupi, búði á Grímkambansgøtu hjá teimum í eitt ár fyri nærum tíggju árum síðani (stutt eftir, at eg flutti til Føroya), tá ið Linda var í Amerika - og havi framvegis eitt regluligt samband við tey... Jóhan Martin kenni eg ígjøgnum Eli bróður hansara, sum er av nærmastu vinmonnum mínum. Nei, eg arbeiði bara... Havi lisið fyri meg! :-)
Ja - eg eri Фаререц (Farérets)... Tað merkir einki annað enn "føroyingur" á russiskum. Annars skilji eg at tú ert kammaratur við Óla Jákup og Jóhan Martin, kenni teir sera væl. Arbeiði saman við Pól sysktinarbarn títt, og vit báðir Stefan leiga nú saman í Keypmannahavn.
Eg havi soleiðis leystliga roynt at hugt, og sá eg, at hann fyrst spælir í Manchester umleið hálvan juni. Síðani fer hann til Skandinavia um mánaðarskifti, áðrenn hann fer til London hálvan juli.
Billetirnar kosta umleið 1000-2000 krónir, har eg havi hugt, men kanska tú finnir tær bíligari... Hetta er alvorliga ein "einaferð-í-lívinum-kjansur". Hugsa tær til at reypa fyri eventuellum abbabørnum, at man hevur sæð og hoyrt LC...:) Tað er nú ikki tað ringasta...
Hey Jón (enn einaferð:)).. Eg væntaði og vónaði at síggja teg her í páskaferiuni, men tað má bara verða eina aðru ferð..
Eg hugsaði um eitt: Hevði tú ikki tímað til eina Leonard Cohen konsert í Englandi..? Hann spælir onkuntíð í juni mánaði. So hevði eg kunnað komið at vitja teg, og so høvdu vit farið á konsert..? Bara ein tanki...:)