NOTE: This profile has not been set up, nor is it run, by anyone affiliated with Regin Dahl.
Tónaskaldið, sangarin, klaverleikarin og yrkjarin Regin Dahl varð føddur 5. november 1918 í Sandagerði, Tórshavn og doyði 29. mars 2007. Foreldrini vóru Jákup Dahl, próvstur, og Maria, fødd Hansen. Hann hevði trý eldri systkin og fekk tríggjar døtur.
15 ára gamal, flutti hann til Sorø í Danmark og búði síðani í bert sera stutt skeið í Føroyum. Hann starvaðist sum forlagsráðgevi á Gyldendal. Sum tónaskald smíðaði hann meir enn 400 løg, sum vórðu spæld inn í sjeytiárunum og givin út á 25 fløgum í 2005.